Tað eru føroyiskir útisetar, sum rógva í føroyskum bátum í Danmark, ið luttaka í kappingini. Sigast má at undirtøkan fyri føroyskum kappróðri er stór. Á stevnuni luttóku 14 manningar úr 4 ymiskum feløgum.
Veðrið var gott, sól men eitt fitt lot á stýriborðsíðina. Hetta tærnaði tó ikki áskoðarunum at koma at hyggja, og at hugna sær saman við øðrum føroyingum.
Tað vóru bara 6 mannafør, sum luttóku í tí almennu kappingini. Her bleiv felagi Knørrur bleiv stóri vinnarin, og vann 3 út av 5 róðrum. Eftir teir almennu róðrarnar, blivu tvey 10 mannafør mannaði av fólkum, sum vóru á stevnuni. Tey vóru Tvørabáturin og Vágbingur. Her vann Tvøtabáturin.
Úrslitini frá stevnuni vóru:
Old boys:
1 Knørrur 05:12:11
2 Firvaldur 05:20:00
3 Neystið 05:47:03 4 Skarvur 06:04:30
Old girls:
1 Firvaldur 05:37:06
2 Knørrur 05:59:30
Piger:
1 Knørrur 05:42:12
2 Firvaldur 05:55:38
3 Skarvur 06:10:58
Drenge:
1 Knørrur 05:17:04 2 Firvaldur 05:31:12 3 Vesturskinið 06:03:39
Veteraner 6 mf.
1 Firvaldur 04:02:57 2 Skarvur 04:28:24
/Ingunn