Magnus D. Madsen úr Havn hevur í dag fingið silvur í kappingini um danska meistaraheitið í inniróðri á 2.000 metra teininum. Hann hevði somu tíð sum ein dani, og tí vórðu tvey silvurheiðursmerki givin og eingin bronsa.
Kristian Østergaard úr Københavns Roklub var nummar eitt. Hann legði seg á odda beinanvegin. Stórur spenningur var um hann megnaði at koma niður um seks minuttir. Tað megnaði hann. Tíðin var 5:59,1.Peter Sylvest úr róðrarfelagnum KVIKN var nummar tvey meginpartin av teininum. Men havnarmaðurin Magnus Madsen, sum rør við felagnum DSR, hevði ein sera góðan endaspurt, og tá avtornaði fóru teir báðir javnir um málstrikuna. Tíðin var 6:03,2. Harvið fingu teir báðir silvurheiðursmerki.Magnus D. Madsen kemur heim til Føroya um mánaðarskiftið aprí-mai, og tá fer hann at rógva við Hoyvíkingi, sum er 10-mannafarið hjá argjamonnum.
kelda: kvf.fo