Tveir av manningini eru Magnus Madsen og Martin Dahl úr Havn. Áðrenn teir í fjør fóru til Danmarkar, høvdu teir í fleiri ár róð við bátum hjá Argja Róðrarfelag. Nú rógva teir báðir í Keypmannahavn í einum out-riggara við átta monnum. Teir fyrireika seg til Olympisku Leikirnar í 2016.
Tann triðji maðurin, sum kennir føroyska kappróðurin, er danin Stefan Mølvig (myndin), olympiski meistarin, sum bæði hevur verið venjari hjá Klaksvíkar Róðrarfelag og Havnar Róðrarfelag og hevur róð fyri bæði feløgini. Hann er rættiliga hugtikin av føroyska kappróðrinum, og tað er hann, ið hevur havt sambandið við hinar útlendingarnar.
Magnus, Martin og Stefan hava tikið stig til at læna Hoyvíking á ólavsøku. Hinir av manningini eru rógvarar úr Danmark, ein úr Sveis, ein úr Hollandi, tveir úr Onglandi og ein kemur heilt úr USA til Føroya at rógva.
Hetta eru menn, sum eru sera væl fyri og eru vanir at rógva í øðrvísi bátum enn tí føroyska. Fleiri av teimum hava verið við í ymsum altjóða kappingum í sínari grein.
-Manningarnar umborð á t.d. Klaksvíkingi og Eysturoyingi eru sera væl fyri og teir kenna føroyska bátin. Okkara menn skulu læra seg teknikkin fyrst av øllum, sigur Magnus Madsen. Hann sigur ikki, at teir ætla at verða nummar trý, tí tað sigur eingin sum fer at rógva. Men sjálvur er Magnus nøgdur, um teir fáa eitt heiðursmerki á ólavsøku.
Manningin á Hoyvíkingi kemur til Føroya fríggjadagin, og tá verður beinanvegin farið í bátin at venja á Havnarvág. Eisini er ætlanin at fara útferðir at vísa teimum Føroyar.
-Teir hava allir hugt inni á kringvarp.fo eftir teimum róðrum, sum hava verið í ár, og teir eru sera spentir at sleppa at royna seg, sigur Magnus Madsen.
Kelda: Kringvarp.fo