Bíggjarmenn hava fingið sær til vega 8 mannafarið Gullbrand, ið Niclas í Koltri smíðaði, til bygdina. Endamálið er at halda ungdóminum til róður og kappróður, ið altíð hevur havt stóran áhuga í bygdini. Bátalív og spæl í fjøruni hevur altíð verið ríkt í Bø, og nú verður lagt til brots við ordiligum kappróðrabáti. Møguleikin er sjálvandi at hetta kann hava stimbrandi ávirkan á tilgongdina til føroyskan kappróður. Tað er av týdningi at ungdómurin í smæstu bygdunum hevur eitt forhold til sjógvin og bátar. Hetta er høvuðsorsøkin til at føroyskur kappróður hevur verið slík fólkaítrótt, at so góð luttøka hevur verið.
Men endamálið er eisini sosialt, báturin skal vera karmur um felagskap hjá foreldrum og øðrum í bygdini. Bíggjarbygd er ein bygd í menning, og mong eru tiltøkini á leiðini, á mentanar og sosiala økinum. Gullbrandur er ein liður í hesari heildarætlan.
Trupulleikin nú er bara at bátinum manglar árar. Tørvur er á 6 árum, helst kappróðrarárum, ið hoyra til hesa bátastødd. Árarnar til toftina eru tøkar, so talan eru um restina av árunum.
Um nakar veit um slíkar árar, ella hevur hugskot, kunnu tit vinarliga seta tykkum í samband við Heina Hátún:
Fartelefon: 522353
teldupostur: heini@manntal.fo
vinarliga og vegna Bíggjar bygd.
Heini Hátún