Heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag hevur verði virkin síðani á summri 2003, og hevur áhugin fyri heimasíðuni verði vaksandi allatíðuna. Sjálvt um veturin, tá ið allur kappróður annars liggur stillur, er áhugin stórur.
Tvey sløg av lýsingum:
Lýsarin kann velja ímillum tvey sløg av lýsingum: Høvuðslýsing og vanlig lýsing.
Høvuðslýsingin er at síggja yvir og undir myndinum í greininum, tá fari verður á eina grein. Hendan lýsing er 250 px breið og 40 px høg. Um ein trýstur á myndina, fyri at fáa hana størri, kemur ein stór lýsing yvir og undir hvørja mynd. Eisini vera hesar stóru lýsingar yvir og undir teiginum myndasavn og tá ein velur eitt myndasavn. Eisini verur tær stóru lýsinganar yvir og undir hvørjari mynd í myndasavninum. Tann stóra lýsingin yvir høvrjari mynd er 650 px breið 40 px høg og tann stóra lýsingin undir hvørjari mynd er 650 px breið og 200 px høg. Um ein trýstur á lýsingina, kemur ein inn á heimasíðuna hjá lýsarinum
Tann vanliga lýsingin er at síggja á høgru síðu á heinasíðuni. Hendan lýsing er 130 px breið og 70 px høg. Um ein trýstur á lýsingina, kemur ein inn á heimasíðuna hjá lýsarinum.
Kostnaðurin fyri høvuðslýsingina er:
Tíðarskeið | Kostnaður |
1 mánaða | 1.500,- kr |
1 ár | 12.000,- kr |
Kostnaður fyri eina vanliga lýsing er:
Tíðarskeið | Kostnaður |
1 mánaða | 750,- kr |
1 ár | 6.000,- kr |
Um tú hevur nakrar spurningar, so vinarliga send ein teldupost til mb@formula.fo ella ring á telefon 213636.
Magni Brøðraberg