|
Tey taka nú stór tøk í neystinum |
 |
| Leygardagin tann 21. januar 2012 |
Stórar umvælingar fara fram í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag, og um eina viku verður nýggja venjingarhølið tikið í nýtslu. Vindeygu eru eisini skift, og í vár skal endaliga umvælingin av takinum fara fram. Men tað allar besta er, at 10-mannafarið Havnarbáturin, sum ikki hevur róð síðani í 2008, rør í summar. Nýtt 10-mannafar er smíðað, og nú skal báturin pussast og sproytast.
Les grein |
|
|
Formula-kappingin 25. feb. 2012 |
 |
| Hósdagin tann 19. januar 2012 |
Havnar Róðrarfelag og Formula hava gjørt stuðulsavtalu. Hetta merkir, at Formula aftur í ár er høvuðsstuðul av FM-kappingini í inniróðri 25. februar, ið nú hevur fingið heitið Formula-kappingin. Møguleiki er nú at melda seg til Formula-kappingina á høgru síðu undir teiginum ”Drekaevni”. Les grein |
|
|
Tey flotaðu nýggjan Gongurólv seinnapartin |
 |
| Leygardagin tann 14. mai 2011 |
Tær høvdu bakað køkur, og okkurt var til tostan í Álakeri seinnapartin. Og tað vóru sjey fegnar kvinnur umborð á Gongurólvi, sum flotaðu nýtt 6-mannafar. Flaggið aftur í rong og róð varð tríggar ferðir við sólini. Les grein |
|
|
Um langteinakappróðurin 20. mai |
 |
| Fríggjadagin tann 6. mai 2011 |
Fríggjadagin 20 mai. 2011 fer ein nýggj og spennandi kapping av bakkastokki. Talan er um ein sokallaðan langteinakappróður á 6000 m. Kappingin verður skipað soleiðis, at allar bátastøddir, tó ikki barnaróður, kappast móti hvørjum øðrum, og verða tíðirnar umroknaðar, so at ein og hvør bátur hevur møguleika at vinna. Við øðrum orðum kann t.d. eitt 5-mannafar vinna á einum 10-mannafari. Les grein |
|
|
Myndir frá Formula-kappingini |
 |
| Mánadagin tann 28. februar 2011 |
Nú eru myndir frá Formula-kappingini tøkar undir myndasøvnum. Les grein |
|
|
Úrslitini frá Formula-kappingini |
 |
| Leygardagin tann 26. februar 2011 |
Trýst á greinina fyri at koma til úrslitini frá Formula-kappingini Les grein |
|
|
Heimsmeistarin gjørdist eisini føroyameistari |
 |
| Leygardagin tann 26. februar 2011 |
Tað var ongantíð nakar ivi um hvør fór avstað við sigrinum í bólkinum tungvekt hjá monnum. Sverri S. Nielsen førdi so at siga frá byrjan til enda. Les grein |
|
|
Formulakappingin er í gongd |
 |
| Leygardagin tann 26. februar 2011 |
Nógvir rógvarar eru longu møttir í Eysturskúlanum í morgun. Kappingin í dag er heilt serlig, tí at ein av luttakarunum er heimsmeistari í inniróðri.
Fyrsti róðurin er avgjørdur, og Bjørt á Tórgarði setti dagsins fyrsta føroyska met í bólkinum Gentur 13 til 14 ár. Les grein |
|
|
Startrøðin til formula 2011 |
 |
| Fríggjadagin tann 25. februar 2011 |
Leygardagin verður óalment FM í inniróðri. Rógvarar koma úr øllum landinum at rógva ímóti hvørjum øðrum. Róðrarnir byrja leygarmorgunin klokkan 9.45 í auluni í Eysturskúlanum. Viðmerkjast skal, at startrøðin er ikki endalig. Les grein |
|
|
Formula-kappingin 26. feb. 2011 |
 |
| Týsdagin tann 11. januar 2011 |
Havnar Róðrarfelag og Formula hava gjørt stuðulsavtalu. Hetta merkir, at Formula er høvuðsstuðul av óalmennu FM-kappingini í inniróðri 26. februar, ið nú hevur fingið heitið Formula-kappingin. Møguleiki er nú at melda seg til Formula-kappingina á høgru síðu undir teiginum ”Drekaevni”. Les grein |
|
|
Ein heilsan frá Útisetabátinum |
 |
| Mikudagin tann 25. august 2010 |
Tað var sera stuttligt at koma heim og rógva við á ólavsøku. Tað var eisini sera stuttligt at hitta okkara kappingar¬neytar áðrenn og aftaná róðurin, bæði á Facebook og á Molanum. Nógv reyp, sum tað eigur. Les grein |
|
|
Framtíðin hjá Havnarbátinum |
 |
| Mikudagin tann 4. august 2010 |
Sofus Dal Christiansen tók hesa myndina av dreingjunum á Títlingi og Drekanum, sum hava "kaprað"og mannað Havnabátin. Hetta er óivað framtíðin hjá Havnar Róðrarfelag. Les grein |
|
|
Myndir frá Eystanstevnu |
 |
| Sunnudagin tann 20. juni 2010 |
Myndirnar frá Eystanstevnu eru nú at finna í myndasavninum. Les grein |
|
|
Myndir frá Sundalagsstevnu |
 |
| Sunnudagin tann 13. juni 2010 |
Myndirnar frá Sundalagsstevnu eru nú at finna í myndasavninum. Les grein |
|
|
Myndir frá Norðoyastevnu |
Hósdagin tann 10. juni 2010 |
Myndirnar frá Norðoyastevnu eru nú at finna í myndasavninum. |
|
|
Kappingin byrja í Danmark |
Mikudagin tann 2. juni 2010 |
Leygardagin var felagið Tvørabáturin vertur fyri árstins fyrstur regatta, sum var hildin á Norðhavn í Keypmannhavn. |
|
|
Úrslit frá bygdarstevnuni á Skála |
Mánadagin tann 24. mai 2010 |
Um vikuskiftið var bygdarstevna á Skála. Her kann tú síggja úrslitini. |
|
|
Úrslit frá Bakkafrost Open 2010 |
Fríggjadagin tann 16. apríl 2010 |
Leygardagin 10. apríl var Bakkafrost open í inniróðri í Runavík, sum Kappróðrarfelagið NSÍ skipaði fyri.
|
|
|
Kappróðrarbátur 6.000,- í bót |
Mikudagin tann 14. apríl 2010 |
Tá manning av Tjaldrinum í gjárkvøldið kannaði tveir kappróðrarbátar, fekk tann eini báturin 6000 krónur í bót, tí seks róðrarfólk ikki vóru ílatin bjargingarvestar.
Hin báturin fekk eina bót áljóðandi 200 krónur, fyri ikki at hava radarendurvarpara umborð.
|
|
|
Norðoyastevn verður 5. juni 2010 |
Leygardagin tann 13. mars 2010 |
Aðalfundurin hjá RSF hevur í dag ásett, at kappróður á norðoyastevnu verður leygardagin 5. juni 2010. |
|
|
Myndir frá Formula.fo 2010 |
Mikudagin tann 10. mars 2010 |
Myndir frá óalmennu FM kappingini í inniróðri, ið hevur fingið heitið Formula.fo-kappingin eru at finna í myndasavninum. |
|
|
Úrslitini frá Formula.fo 2010 |
Leygardagin tann 27. februar 2010 |
Nú er Formula.fo-kappingin liðug, og hava okkara rógvarar klárað seg væl. |
|
|
Magnus fekk DM-silvur í inniróðri |
Sunnudagin tann 31. januar 2010 |
Magnus D. Madsen úr Havn hevur í dag fingið silvur í kappingini um danska meistaraheitið í inniróðri á 2.000 metra teininum. Hann hevði somu tíð sum ein dani, og tí vórðu tvey silvurheiðursmerki givin og eingin bronsa. |
|
|
Rógvið summarið av á Regatta |
Mikudagin tann 5. august 2009 |
Tann 14. august verður ársins Regattasigling av Eiði til Hósvíkar hildin. Hósvíkar Róðrarfelag bjóðar øllum kappróðrarfólkum og róðrarfólkum annars at koma við og rógva av Eiði til Hósvíkar. |
|
| Vís allar greinarnar |